Evnisdagar: Reint umhvørvi

Miðdeild 23.05.2018

Til foreldur og næmingar í miðdeildini 

Í komandi viku, 28. 29. og 30. mai, fara næmingarnir í miðdeildini í Gøtu at arbeiða við høvuðsevninum ”Reint umhvørvi”. Eitt av undir-evnunum verður um plast, og í hesum sambandi vilja vit heita á tykkum um at savna alt plastið, sum verður brúkt heima, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Mánamorgunin 28. mai taka næmingarnir so alt plastið við í skúla.

Endamálið er, at næmingarnir skulu síggja mongdina av plasti, sum eitt húsarhald brúkar í 3 dagar. Næmingarnir fara eisini at skilja tað. Umráðandi er, at alt plastið er reint, tað vil siga, at um t.d. matleivdir eru á, so at skola tað.

Vit lærarar gleða okkum til 3 spennandi evnisdagar og ynskja tykkum eitt gott innsavningarvikuskifti. :-) 

Vinarliga Sædis, Anna og Karin 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b