Listaleypurin á vitjan
22.11.2024
Í dag var Listaleypurin á vitjan við Gøtugjógv. Tað var tónleikabólkurin Flytifólk, sum tók okkum á ferð.
Flytifólk tekur børnini við á eina tónleikarliga ferð til bæði verulig og ímyndað støð. Teir fýra tónleikararnir, eggja til forvitni og uppdagan, tá teir spæla tónar frá ymsum londum og mentanum. Teir kanna bæði glaðar og syrgiligar tónar á vegnum. Listafólkini bjóða børnunum at luttaka, við at velja úr hvørjum landi tey næst vilja hoyra tónleik. Hygg eftir myndum her