Endurlýsing: Lærari til Skúlan í Eysturkommunu

13.12.2024

Søkt verður eftir:

  • 1 lærara í tíðaravmarkað starv  vegna barnsburðarfarloyvi, at byrja frá 02. jan 2025 – 26. jan. 2026. Setanarbrotið er um 0,7.

Søkt verður eftir lærara, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum 

Vit vænta, at tú

  • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur 
  • ert stundislig/ur og nærlagd/ur 
  • ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi 
  • vilt vera við til at menna eftirmetingar 
  • hevur góðan KT-førleika 
  • kanst virka sum flokslærari 
  • í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan 

Skúlin í Eystukommunu hevur tørv á lærara, ið m.a. hevur linju/serkunnleika í náttúrulærugreinum, støddfrøði, kristni og søgu. Okkum tørvar lærara, ið kann undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.   

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Førleikakrøv

  • Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum 
  • Royndir í føroyska fólkaskúlanum 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarin verður løntur sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2, og starvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Umsóknir
 
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo 

Umsóknarfreist: 28. des. 2024 kl. 24:00 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070. 

Skúlin í Eysturkommunu er í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 270 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.  
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo. 
 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b