Námsfrøðing til Skúlan í Eysturkommunu   

28.11.2024

Søkt verður eftir:

  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv  vegna barnsburðarfarloyvi, at byrja frá 02. jan. 2025 – 16. feb. 2026. Setanarbrotið  er um 0,7.

Skúlanum tørvar námsfrøðing, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, samstarvshugaður, tekur ábyrgd og sær møguleikar.

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum

  • skipar skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum. 
  • veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina. 
  • hevur førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.
  • kann virka undir førleikastovu skúlans. 

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.   

Starvsstaðurin er í innskúlingini, sum er í Leirvíkar skúla og miðdeildini, sum er í skúlanum við Gøtugjógv. 

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum. 

Arbeiðstíðin er frá kl. 07.50 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum. 

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Lønar-  og setanartreytir:   

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-24. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.   

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.    

Umsóknarfreist: 13. des. 2024 kl. 08.00 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.  

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b