Fløskupostur funnin í Noregi

Byrjanardeild 05.09.2018

Tá ið næmingarnir, sum nú ganga í 2. flokki, gingu í Skúlaspíranum, sendu teir nakrar fløskupostar avstað úr Leirvík. Nú, tvey ár seinni, er ein av hesum funnin á Tarva uttan fyri Bjugn í Noregi.

Familjan, sum fann postin, skrivar, at tey komu fram á hann tann 9. august, tá ið tey spákaðu í fjøruni á Tarva, har tey hava summarhús. Tey hildu tað vera sera stuttligt at finna ein fløskupost við einari fittari tekning í og hava fregnast eftir at fáa meira at vita um flokkin og um Føroyar.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b