Myndarøð: Jólastákan og hugnaløtur
Í skúlanum er desember mánaður serliga hugnaligur. Nakrir flokkar hava jólaverkstøð og aðrir venja til framførslurnar, sum verða til jólahaldini beint upp undir jól.
Eisini seta hugnaløtur, sangløtur og tónleikaframførslur sín dám á hesar dagarnar. Siðvenja er, at børnini í skúlaspíranum ganga Lusia í Leirvík, og næmingarnir í 4. flokki ganga í Gøtu.
Fleiri myndir frá jólastákanini og hugnaløtunum síggjast her.
Eisini eru nøkur stutt filmsbrot løgd út. Tey kunnu síggjast her.