Serundirvísing

Tímar til serligan tørv 

  • Frágreiðing um støðu næmingsins skal gerast av flokslæraranum á hvørjum ári og latast leiðsluni, sum søkir um tímar frá játtandi myndugleikanum, Sermámsdeplinum. Hetta verður gjørt í februar mánaði.
  • Leiðsla skúlans ger uppskot til NR-ráðið, hvussu tímarnir til serligan tørv skulu býtast. 

Leiðsla skúlans tekur endaliga støðu.

  • Serstøk læriætlan verður gjørd fyri einstøku næmingarnar.
  • Um serlig tiltøk eru í flokkinum, sum t.d. føðingardagur, gera lærarin í serundirvísing og lærarin, ið hevur flokkin, av, hvussu verður við serundirvísing hesar tímar.
  • Eftirmett verður javnan av serundirvísingslærara, flokslærara, lærugreinalærara og skúlans leiðslu og sett út í kortið av nýggjum. 

Miðfirrað  serundirvísing

  • 11% av næmingatali skúlans, teir miðfirraðu tímarnir, verða latnir til serundirvísing og/ella annan námsfrøðiligan stuðul.
  • Leiðsla skúlans ger uppskot til NR-ráðið um, hvussu teir miðfirraðu tímarnir skulu býtast.

Leiðsla skúlans tekur endaliga støðu.

  • Tá tímarnir verða býttir út á næmingarnar/flokkarnar, verður støða tikin til, um til ber at gera bólkasamansetingar tvørtur um floksmørk.
  • Nakrir tímar verða brúktir til at menna næmingar, at geva teimum eina eyka hjálp, so teir skjótari kunnu náa ávísum málum.

T.v.s. at ein lærari undirvísir í styttri ella longri tíðarskeið smáum bólkum ella einstøkum næmingum í grundleggjandi lesing, skriving ella støddfrøði.

Skipanin er fyrst og fremst ætlað næmingum, sum ikki fáa aðra serundirvísing, men tó hava trupult við at fylgja vanligu undirvísingini og kanska eisini mangla okkurt grundleggjandi í innlæringini.

Næmingasamansetingin í bólkinum fer eisini um floksmørk.

Lærarar boða á toymisfundi flokslæraranum frá, tá teir hava næmingar til omanfyri nevndu tímar.

Flokslærarin boðar leiðsluni frá avgerðini.

Leiðsla og tann, ið undirvísir hesar tímarnar, gera í felag av, nær viðkomandi næmingur sleppur framat.

Sama mannagongd verður nýtt, tá næmingur endar skeiðið.

  • Flokslærarin setir seg í samband við heimið, áðrenn skeiðið byrjar.

Lærarin, ið lesur hesar tímar, kunnar heimið um skeiðið.

  • Serstøk læriætlan fyri árið ella partárslæriætlan verður gjørd fyri næmingarnar.
  • Um serlig tiltøk eru í flokkinum, sum t.d. føðingardagur, gera lærarin í serundirvísing og lærarin, ið hevur flokkin, av, hvussu verður við serundirvísing hesar tímar.
  • Øll serundirvísing verður javnan eftirmett, og nýggj mál verða sett. Við í hesum eru lærarin í serundirvísing, flokslærarin og lærarin í viðkomandi lærugrein og skúlans leiðsla.

 

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b