Mál skúlans og virðisgrundarlag

Mál og virðisgrundarlag

Í skúlanum í Eysturkommunu leggja vit serligan dent á:

  • at trivnaðurin er í hásæti
  • at tolsemi eyðkennir skúlan
  • at næmingarnir mennast og gerast sjálvstøðugir
  • at kveikja og menna hugflogið
  • at skapa góðar umstøður fyri spæli

Okkara samleiki

Vit vilja, at skúlin er við til:

  • at skapa og styrkja gleðina við at ganga í skúla, at menna gleðina við at læra og at økja um forvitnið og hugin at møta nýggjum avbjóðingum.
  • at læra næmingarnar týdningin av almennari mentan so sum andsfrælsi og tolsemi.
  • í góðum og tryggum kørmum og við dyggari frálæru at geva næmingunum ymsar avbjóðingar, uppgávur og skyldur, ið svara til teirra fortreytir, so teir gerast sjálvstøðugir og mennast í treysti til sín sjálvs.
  • við frásøgn, sjálvvirksemi, handaligum og skapandi upplivingum og javnmettari samrøðu at brynja teir út til at fara út í lívið.
  • at fremja møguleikar fyri einum ábyrgdarfullum og skyldubundnum samstarvi við allar partar 

Trivnaðurin í hásæti

Vit vilja skapa so góðar, tryggar og vakrar karmar sum gjørligt. Eitt vakurt umhvørvi er við til at betra um trivnaðin og at skapa vakrar tankar.

Virksemi skúlans skal vera merkt av opinleika og gjøgnumskygni.

Kunning fer fram gjøgnum skrivligar fráboðanir, foreldrafundir og -samrøður, hugnakvøld og á heimasíðu skúlans.

Vit raðfesta foreldrasamstarvið høgt, og foreldrini eru altíð vælkomin at seta spurningar og at koma við uppskotum og viðmerkingum til skúlans virksemi.

Skúlin leggur dent á at geva næmingum við serligum tørvi og teimum, ið bera brek, bestu umstøður, so skúlagongdin gerst so munadygg sum gjørligt.

Vit leggja stóran dent á, at hóast vit eru ymisk, so hava vit eins stórt virði í felagsskapinum.

Miðað verður eftir, at starvsfólk skúlans útbúgva seg støðugt og menna sín førleika. Hetta verður gjørt við m.ø. at fara á skeið og at hava aktuellan faklesnað á bókasavninum.

Tolsemi eyðkennir skúlan

Vit vilja taka hond um hvønn einstakan næming. Hetta verður gjørt við m.ø. at tosa við einstaka næmingin, at hava smáar einstaklingasamrøður, at toymið tosar um einstøku næmingarnar, ger niðurstøður og eftirmetir og við viðtalum.

Vit vilja vera góðar fyrimyndir fyri næmingarnar. Tí leggja vit dent á jaligan tali- og verumáta. Vit átala, tá vit síggja ella hoyra óhøviskan ella óhóskandi atburð ella samrøðu.

Okkum er greitt, at eitt dygt foreldrasamstarv er ein sera týðandi táttur, um skúlans arbeiði skal eydnast. Tí leggja vit stóran dent á, at foreldur kenna seg hoyrd og sædd, at gott samskifti er millum partarnar, og at foreldur hava kensluna av, at tey verða tikin við upp á ráð. Her er opinleiki og gjøgnumskygni í skúlans arbeiði ein fortreyt.

Vit læra næmingarnar at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Hetta verður gjørt t.d. við vanligum hjálpsemi, rolluspølum, ”Trin for trin”, reglum, sum galda í flokshølinum, og við vanligari samrøðu.

Vit vilja hava ró og góðan matarsið í matarsteðginum.

Næmingarnir mennast og gerast sjálvstøðugir

Vit vilja, at næmingarnir kenna, at vit hava álit á teimum, og at vit virða teir, sum teir eru, og at vit virða tað góða, teir gera.

Vit geva og læra næmingarnar at geva rós og sámiligar, men sannar, atfinningar.

Vit tala virðiliga við hvønn annan og vilja hava, at næmingarnir eisini tala virðiliga sínámillum.

Næmingarnir eiga altíð at hava frælsi til at koma við uppskotum, spurningum og viðmerkingum, og teir eiga at vera lærdir í at velja út, savna, kjakast, grunda, siga frá og at ummæla.

Vit vilja, at næmingarnir læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og egnum gerðum og at hava umsorgan fyri øðrum.

Vit vilja geva næmingunum bestu frálæru. Her verður hugsað um ymiskar undirvísingarhættir, nýtslu av alnótini og kunningartøkni og lærudepli skúlans. Læra teir at eygleiða og at meta um.

Ymisk tiltøk og øðrvísi arbeiðshættir eru eisini við til at gera næmingarnar sjálvstøðugar.

Vit vilja menna teirra virkishug og skapa líkindi fyri djúphugsan.

Kveikja og menna hugflogið

Skapanarevni og skapanarhugur skulu vera høgt í metum á okkara skúla.

Vit halda, at eitthvørt menniskja hevur tørv á og gleði av at dyrka síni skapandi ella listarligu evni og gávur, so ymiskar tær enn kunnu vera.

Vit royna at geva næmingunum íblástur og menna teirra hugflog og skapa undran.

Hugflogið og skapanarevnini kunnu t.d. vera ment gjøgnum leik, myndlist, sang og gjøgnum handaligt virksemi. Her er góður møguleiki fyri at viðgera handverk og list bæði ítøkiliga og í alheims høpi.

Góður møguleiki skal vera fyri felags avrikum, fyri framførslum, framsýningum og prýði.

Eisini leggja vit dent á at viðgera okkara heimliga mentanararv og heimslist sum heild.

Starvsfólk skúlans skulu hava møguleika fyri eftirútbúgving, so sum skeið o.a..

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b