Nissan og Rotturnar
1. Á lofti situr nissan og etur jólagreyt,
jólagreyt, ja jólagreyt
Hon nikkar og hon etur og hon er so glað,
tí greyturin er av besta slag.
Men runt um hana standa smáar rottur,
smáar rottur, smáar rottur.
“Vit vilja allar hava handan pottin.”
Og tær dansa um nissuna í ring.
2. Men nissupápin tekur sína stóru skeið.
“Farið burtur tit, av míni leið,
tí jólagreytin allan eg sjálv eta skal,
og hesin greyturin hann smakkar væl.”
Men rotturnar tær hoppa og tær skroppa,
og tær renna og tær renna.
Tær hyggja eftir greytinum og flenna.
Og tær standa um nissuna í ring.
3. Men nissupápin hyggur og hann illur er,
og upp á beinini hann fer.
“Nú kettuna eg sendi um tit blíva við,
tá kettan kemur kann eg fáa frið.”
Tá verða allar rotturnar so bangnar,
á so bangnar, á so bangnar.
Tær venda sær og eru nakkalangar.
Og eitt, tvey, trý tær eru vekk.