Tónlistaskúlin
Í Eysturkommunu tónlistarskúla kanst tú læra at spæla á hesi ljóðføri: klaver, urgu, messing, saxofon, klarinett, tvørfloytu, violin, kontrabass, gittara, bass og trummur.
Luttøkugjaldið er kr. 800 um árið. Ljóðførisleiga er kr. 200 um árið.
Tekna teg til tónlistaskúlan við at senda teldubræv til julia.lamhauge@skulin.fo. Við tilmelding skalt tú upplýsa navn, føðidato, bústað, navn á foreldrum/verja og telefonnummar. Er einki pláss tøkt, kanst tú koma á bíðilista. Lægsta aldursmark fyri at koma á bíðilista er 6 ár.
Litir í leiki
Litir í leiki er eitt tónleikatilboð til næmingar í 1.- 3. flokki, har tað við miðvísari undirvísing og samanspæli hvørja viku verður arbeitt við at menna tónleikaliga førleikan hjá næmingunum.
Skúlaárið 2017/18 byrjaðu fyrstu næmingarnir í skipanini, og hetta skúlaárið eru nýggir næmingar tiknir inn. Sostatt eru tilsamans 12 næmingar í 1. og 2. flokki knýttir at Litum í leiki skúlaárið 2018/19, og fáa teir frálæru í violin.