Gloymd klæðir o.a.

Gloymd klæðir, taskur og annað, sum verður funnið í skúlanum í Leirvík, og sum ikki er navnmerkt, verður lagt á eitt borð í gongini við svimjihylin. Opið er í skúlatíð, og tá ið svimjihylurin er opin. 

Tað, sum verður funnið í skúlanum í Gøtu, verður hongt upp í gongini, á knaggarnar við ongum navni á. Skúlin er vanliga opin skúladagar til kl. 16.

Foreldur eru vælkomin framvið at hyggja, um tey sakna eitthvørt. Tað, sum liggur eftir, tá ið skúlin fer í summarfrí, verður latið til vælgerandi endamál.

 

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b