Søgan

Skúlin í Leirvík

Elsti parturin av skúlanum í Leirvík er frá 1929. Her eru tvær skúlastovur, harav onnur í dag er fyrireikingar- og fundarhøli hjá lærarunum. Í ovaru hæddini er goymsla.

Í 1962 varð skúlin útbygdur við tveimum skúlastovum og fimleikarhøll. 

Í 1982 varð skúlin útbygdur við tveimum lonum. Fýra skúlastovur komu afturat, umframt svimjihøll og hølir, sum í dag verða nýtt til serdeildina.

Í sambandi við umleggingina av skúlabygnaðinum í 2010, tá ið skúlarnir í Gøtu og Leirvík vóru lagdir saman í ein skúla, varð skúlin í Leirvík útbygdur við tveimum skúlastovum og einari miðhøll við bókasavni. 

Síðani 2010 hevur byrjanardeildin, t.v.s. forskúli, 1., 2. og 3. flokkur, húsast í skúlanum í Leirvík.


Listaverk hjá Hansinu Iversen prýðir veggin í miðhøllini í Leirvíkar skúla

Skúlin í Gøtu

Við Gøtugjógv eru 3 skúlabygningar.

Hin elsti, ið er frá 1886, hýsir í dag einari serdeild hjá skúlanum.

Í skúlabygninginum frá 1929 nýtir skúlin tær tvær niðastu hæddirnar, meðan ovasta hæddin hýsir tónlistaskúlanum í Eysturkommunu.

Skúlin frá 1974/2010 verður, allur sum hann er, nýttur til skúla.

Í 2010 vóru góðir 400 fermetrar bygdir afturat 1974-skúlanum. Í hesum tilbygningi eru 4 skúlastovur, bókagoymsla, 2 smærri bólkarúm, høll og 3 vesi. 

Tummas Jákup Thomsen hevur listprýtt skúlan í Gøtu

 

 

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b