Vitjanir á eldrasambýlunum
Hvønn týsdag fer ein flokkur í byrjanardeildini á vitjan í eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík. Børnini heilsa upp á búfólkini og syngja nakrar sangir fyri teimum, og starvsfólkið borðreiðir við kakao og bollum.
Í dansitíðini og til jóla verður eisini vitjað í eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu, har næmingarnir kvøða ella framføra fyri búfólkunum.
Hetta eru hugnalig tiltøk, sum eru til gleði fyri bæði børnini og tey eldru.