Altjóða Lesidagur

Rennidagur 2025

Renningardagur í innskúlingini 2025

Renningardagur í góðveðri! Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu, tá næmingarnir í innskúlingini fóru á árliga renningardagin.

Dagurin byrjaði við upphiting í miðhøllini, har bæði næmingar og lærarar vóru við. Eftir hetta varð runnið úti í góðveðrinum, og øll gjørdu sítt besta – bæði tey smáu og tey størri.

Aftaná ein aktivan og stuttligan renningardag, endaði dagurin við eini deiligari løtu í svimjihylinum, har næmingarnir fingu møguleika at slappa av og hugna sær.

Næmingar úr "Spæliliðnum" úr Skúlanum við Gøtugjógv hjálpti til hesa løtuna. Gott er við góðari hjálp ein dag sum henda, tá øll innskúlingin fer úr skúlanum runt brekkurnar og omanaftur. Vit takka teimum fyri teirra íkast.

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b