Telefonpolitikkur 
 
Vísandi til skíggjaráð frá Fólkaheilsuráðnum, hevur skúlastýrið saman við námsfrøðiliga ráðnum ynski um, at Skúlin í Eysturkommunu verður ein telefonfríur skúli. Tí hevur skúlastýrið orðað ein telefonpolitikk. 
Leinkja til skíggjaráð: https://www.folkaheilsa.fo/ti%C3%B0indi/skiggjara%C3%B0-1
 
 
Telefonpolitikkur skúlans  

Skúlin í Eysturkommunu hevur ynski um ein telefonfrían skúla.  

  • Á skúlunum í Eysturkommunu hava næmingarnir ikki snildfon við í skúla.  
  • Um tørvur er á at hava telefon við í skúla, mæla vit til, at tað er ein knappatelefon, sum liggur sløkt í skúlataskuni.  
  • Um tørvur er á at hava eitt snild-ur við, so skal tað vera óvirkið í skúlatíð. 
    Hevur næmingur tørv á at ringja, kann hann venda sær til sín lærara ella skrivstovuna.  
  • Eru serligar umstøður galdandi, t.d. sjúka ella annað, kunnu undantøk frá reglunum omanfyri verða gjørdar í samráð við flokslæraran.  
  • Um lærari kemur eftir, at telefonreglurnar ikki verða hildnar, skal telefonin latast læraranum, sum leggur hana á skrivstovuna. Lærarin kunnar foreldur/avvarðandi um, at næmingurin hevur mist telefonina.   
  • Telefonin fæst aftur, við at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovuna eftir henni. Skrivstovan hevur opið frá kl. 08.00 - 12.00. 
  • Liggur tað ikki fyri hjá foreldrum at heinta telefonina í skrivstovutíð, ber til í hvørjum einstøkum føri at gera eina avtalu við flokslæraran ella leiðsluna um, hvussu foreldur ella avvarðandi fáa telefonina. 
     
    Galdandi frá 16. oktober 2023.  
      
    Skúlastýrið og námsfrøðiliga ráðið í Skúlanum í Eysturkommunu  
     
     

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b