Skúlaspírin

Skúlaspírin, sum er forskúlin í Eysturkommunu, var fyrsti kommunali forskúli í Føroyum eftir nýggju fólkaskúlalógini. Endamálið og visiónin fyri forskúlan er “Við leiki og læru gerst barnið skúlabúgvið”.

Skúlaspírin er eisini stovnaður fyri at byggja brúgv ímillum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Í Skúlaspíranum fáa øll børn í Eysturkommunu eina bleyta og væl fyrireikaða byrjan uppá skúlagongdina, tey skulu ígjøgnum tey næstu 9 árini. Námsfrøðingar og lærarar starvast lið um lið og á jøvnum føti í Skúlaspíranum, barninum at frama.

Arbeitt verður við grundarlagnum fyri góðari skúlabyrjan, og børnini læra tey mest grundleggjandi hugtøkini aftanfyri fak sum mál og støddfrøði í bæði leiki og læru.

Skúlaspírin er frá kl. 8.00 - 11.30 vanligar skúladagar. Eftir hetta kunnu børnini fara yvir á Frítíðarheimið, har tey spæla og hugna sær saman víðari við teirra javnaldrum.

 Skúlaspírin hevur telefon 730065 og 730265.

Innskrivingarskjal

Niðanfyri er leinkja til innskrivingarskjal til Skúlaspíran:

https://forms.office.com/e/27jMYwrZuq

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b