Samstarv og ábyrgd
Samstarv: Heim – Skúli
Skúlin metir, at eitt gott og opið, tvívegis samstarv við heimini er av alstórum týdningi fyri læring og menning barnsins. Eisini eigur samstarvið at vera ein trygd fyri barnsins trivnað í skúlanum.
Tí ger skúlin, tað hann kann, fyri at hava eitt gott og vælvirkandi samstarv við heimini, og er hetta samstarv ein náttúrligur partur av skúlans virki.
Skúlin væntar eisini, at tey, sum varða av næminginum (foreldur og verjar) av fullum huga taka undir við tí samstarvi, ið skúlin bjóðar.
Kunning til heimini
Foreldur/verjar skulu í minsta lagi 2 ferðir árliga kunnast persónliga um fakliga førleika næmingsins, arbeiðsgongd og trivnað.
Fyrra kunningin verður skipað sum viðtala. Flokslærarin ger í samráð við flokstoymið av, um næmingurin skal vera við á hesum fundi.
Flokslærarin ger í samráð við flokstoymið av, hvussu seinna kunningin verður skipað.
Umframt hetta kunnu aðrir fundir vera, antin um flokkin sum heild ella um einstakar næmingar. Hesir fundir eru eftir tørvi.
Boð um fund/kunning verða send skrivliga til heimini í minsta lagi 2 dagar framman undan samrøðuni.
Hvussu verður fráboðað?
Hevur ein einstakur næmingur trupulleikar í einari ávísari lærugrein, eiga foreldrini at seta seg í samband við faklæraran. Faklærarin kunnar flokslæraran.
Verða trupulleikarnir ikki loystir, boðar heimið flokslæraranum frá.
Eru trupulleikar í ávísum flokki, eiga foreldrini at seta seg í samband við flokslæraran.
Flokslærarin kunnar leiðsluna.
Verða trupulleikarnir ikki loystir, boðar heimið leiðsluni frá.
Boð frá skúlanum
Øll skrivlig boð frá skúla til foreldur skulu leggjast fyri leiðsluna til góðkenningar, áðrenn tey vera send út.
Samstarv innanhýsis
Lærararnir hjá einstøku flokkunum eiga at ráðleggja sínámillum í tann mun, flokslærarin heldur tað vera neyðugt, og í flokstoymum.
Skúlaleiðarin setir saman flokstoymi, ið skulu ráðleggja, bæði viðvíkjandi tí einstaka næminginum og flokkinum yvirhøvur.
Flokslærarin hevur ábyrgd av at ráðlagt verður, og hann er fyriskipari og skrivari hjá toyminum og leiðir toymisfundirnar.
Flokstoymið tekur upp mál, sum t.d. undirvísingarhættir, fimi, kunnleikastøði, mál um trivnað, røkjuskap, atferðarreglur í flokkinum o.a., ger ætlanir og setir mál fyri hesi og eftirmetir.
(Sí Reglur um ráðlegging av undirvísingini).
Námsfrøðiliga ráðið
Námsfrøðiliga ráðið, ið er øll starvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur á skúlanum, hevur fundir regluliga.
Uppgávan hjá námsfrøðiliga ráðnum er at ráðgeva skúlaleiðaranum, og tað skal ummæla øll mál, sum leiðslan leggur fyri tað, ella sum eru ásett samb. lóg.
Skúlaleiðarin er formaður í ráðnum og leiðir fundirnar. Námsfrøðiliga ráðið førir gerðabók og velur skrivara millum limirnar. (sí Rundskriv um námsfrøðiliga ráðið).
Samstarv: Skúli – Sernám
- Lærari/flokslærari, ið er ivasamur um, hvussu næmingurin trívist, ella á annan hátt hevur ampa av næminginum, vendir sær til leiðsluna.
- Áðrenn víst verður til serundirvísing ella annan sernámsfrøðiligan stuðul, skal lærarin/flokslærarin hava roynt at hjálpa upp á trupulleikarnar, sum næmingurin hevur í skúlanum innan fyri rammurnar av tí vanligu undirvísingini (sí § 2, stk 1 og § 21, stk 1 í fólkaskúlalógini).
- Áðrenn málið verður tikið upp við Sernám, skal leiðsla skúlans hava tryggjað sær, at foreldrini eru kunnað um og hava játtað, at barn teirra verður umrøtt á fundi, har Sernám tekur lut.
- Námslig tiltøk verða sett í verk.
- Meting av teimum námsfrøðiligu tiltøkunum skal gerast leypandi. Her verður støða tikin til, um verandi námsligu tiltøk eru nøktandi, ella um onnur námslig tiltøk skulu setast í verk.
Samstarv: Skúlin – Námsvísindadeildin
Skúlin tekur vanliga í móti lærara- og námsfrøðilesandi, sum eru í starvsvenjing.
Tá lesandi lesa tímar í ávísum flokki, skal heimið vera kunnað frammanundan.
Leiðslan samskipar hesa kunning.
Samstarv: Skúli – skúlastýri
Umfarmt vanligu skúlastýrisfundirnar, har leiðsla skúlans og eitt umboð fyri starvsfólkini taka lut, skipar skúlastýrið í minsta lagi eina ferð um árið fyri starvsfólkafundi, har øll starvsfólk skúlans møta.
Á fundinum verður virksemi skúlans umrøtt og eisini verður litið frameftir.
Ábyrgd
Skúlaleiðarin
Skúlaleiðarin hevur tað fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum.
Skúlaleiðarin stýrir og og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans.
Skúlaleiðarin hevur eftirlit við, at teir næmingar, sum eru innskrivaðir í skúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini.
Flokslærarin
- Hevur ábyrgdina av at menna samanhald og felags reglur í flokkinum.
- Skipar fyri samstarvinum millum teir ymsu lærararnar í flokkinum.
- Stendur fyri tí dagliga samskiftinum millum heim og skúla.
- Skipar fyri toymisfundum, hevur ábyrgdina av at ráðlagt verður og skrivar niður tað, ið skrivast skal.
- Skipar fyri mjólkaskipanini í flokkinum.
- Skipar fyri røklaskipanini í flokkinum.
- Skipar fyri foreldrafundum.
- Hevur ábyrgdina annars av øllum teim uppgávum viðvíkjandi flokkinum, sum ikki beinleiðis hoyra undir ávísa lærugrein.
- Ráðgevur tí einstaka næminginum.
- Hevur ábyrgdina av, at dagbók (protokoll) floksins verður førd.
- Kunnar skúlaleiðsluna um øll viðurskifti, ið hava týdning fyri floksins trivnað.
- Hann ger saman við næmingunum serligar atferðarreglur fyri flokkin. Hesar reglur skulu hava støði í atferðarreglum skúlans.
(Sí Kunngerð um flokslæraran).
Lærarin
Lærarin hevur ábyrgd av, at allir næmingar floksins fáa mest møguligt burtur úr í teirri einstøku lærugreinini.
Hann hevur ábyrgd av, at allir næmingar floksins fáa hóskandi avbjóðingar í lærugreinini.
Heimið
Skal næmingurin náa settu málunum, so er neyðugt, at foreldrini/verjarnir gera sítt til, at næmingurin eru væl fyri, tá hann kemur í skúla, at hann hevur góðan matpakka við og møtir rættstundis.
Skúlin roknar við, at foreldrini royna at hjálpa næmingunum í tann mun, tað er neyðugt, og annars ansa eftir, at heimasetningurin verður gjørdur til lítar.
Eisini roknar skúlin við, at foreldrini hjálpa yngru næmingunum at pakka taskuna og at kanna eftir. at øll undirvísingaramboð og -tól eru við, tá næmingarnir koma í skúla.