Meginreglur fyri Skúlan í Eysturkommunu

Sambært løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai 1997 um fólkaskúlalóg við seinni broytingum § 53 ásetir Skúlastýrið hesar meginreglur at galda fyri Skúlan í Eysturkommunu.

1.   Endamál.

Uppgáva skúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Skúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Skúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal í støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

2. Gerandisdagurin.

Gerandisdagurin í skúlanum skal vera skipaður so, at næmingarnir fáa lært seg góðar arbeiðsvanar, samstundis sum teir ogna sær kunnleika, fimi og málbering.

3. Skúladagurin.

Stundir skulu vera til arbeiðis, og stundir skulu vera til spæl.

Til hvønn skúlatíma (45 min.) hoyrir fríkorter (10 min.), men skúlin kann leggja tímar saman.

4. Tímatalvan.

Tímatalvan er galdandi tímatalva.

Tímatalið fyri hvørt skúlaárið skal vera í minsta lagi tað, sum lógin ásetur:

1. skúlaár - 18 tímar um vikuna

2. skúlaár - 20 tímar um vikuna

3. skúlaár - 24 tímar um vikuna

4. skúlaár - 28 tímar um vikuna

5. skúlaár - 30 tímar um vikuna

6. skúlaár - 31 tímar um vikuna

7. skúlaár - 31 tímar um vikuna

Tilsamans - 182 tímar um vikuna

Um skúlaleiðarin heldur, at góðar grundir tala fyri tí, kunnu tímar flytast millum flokkar samb. §19 stk. 4.

Fyri at geva lærarunum bestu umstøður at fyrireika undirvísingina fyri árið, eigur tímatalvan at verða løgd, góðkend og kunngjørd lærarunum fyri summarfrítíðina. Hetta er tó treytað av, at tímakvota skúlans fyri árið er tøk frá myndugleikanna síðu í góðari tíð frammanundan.

5. Tíma- og lærugreinabýtið.

Skúlaleiðarin ger uppskot um býtið av lærugreinum millum starvsfólk skúlans. Hann skal í tann mun, tað ber til, hava ynski læraranna í huga, tá tímatalvan verður løgd.

Hann skal samstundis eisini ansa eftir, tá ið lærarabólkar verða settir, at samlaði undirvísingarførleikin til hvønn flokk er nóg hollur og fjølbroyttur.

Skúlaleiðarin ger av, hvør verður flokslærari, tá nýggjur flokkur verður tikin upp.

Tíma- og lærugreinabýtið altíð tað, ið svarar til skúlar á okkara stødd. Í løtuni er skúlin 7-flokkaður árbýttur skúli.

Tíma- og lærugreinabýtið verður gjørt eftir hesum leisti: 

Undirvísingarevni/lærugreinapartar.

Undir heimstaðarlæru/lívfrøði koma: ferðslulæra, heilsulæra, nøring, upplýsing um njótingar- og rúsevni og fyrstahjálp.

Undir heimkunnleika koma: brúkarakunning og heilsulæra.

Undir ábyrgd flokslærarans er frá nýggjárinum og til føstulávint: føroyskur dansur, kvøðing og kvæðamentan.

7. flokkur fær útbúgvingarkunning frá lestrarvegleiðara skúlans.

6. Flokkaskipanin.

Flokkatal skúlans skal altíð vera so, at næmingarnir kunnu fáa best møguligu undirvísing burtur úr tímajáttanini, sum skúlin fær. 

7. Serundirvísing/serligur tørvur.

Serligur tørvur.

Fyri ta serundirvísing, sum verður játtað skúlanum vegna serligan tørv hjá einstøkum næmingum, skal flokslærarin í hvørjum einstøkum føri gera eina lýsing/tilráðing av næminginum. Henda lýsing/tilráðing saman við mettum tímatørvi verður gjørd í tøttum samstarvi við lærarar næmingsins og serlæraran. Skúlaleiðarin sendir frágreiðingarnar til Sernámsdepilin.

Miðfyrrað serundirvísing.

Tá tímakvotan fyriliggur, ger skúlaleiðarin, eftir at hava ráðført seg við Námfrøðiliga Ráðið, av, hvussu tímarnir í miðfyrraðu serundirvísingini skulu nýtast.

     Skúlin nýtir vanliga tímarnar til:             

  • einstaklingaundirvísing uttan fyri flokkin
  • stuðul í flokkinum
  • bólkastuðul í flokkinum
  • bólkastuðul uttan fyri flokkin

Innihaldið í miðfyrraðu serundirvísingini fer fram í samstarvi við serlæraran.

8. Undirvísingarætlan skúlans.

Undirvísingin í øllum flokkum í øllum lærugreinum hevur sítt støði í teirri ítøkiligu

undirvísingarætlanini fyri skúlan, sum javnan skal vera dagførd. 

9. Læriætlan fyri hvønn flokk/næming/næmingabólk.

Á hvørjum ári ger hvør einstakur lærari eina læriætlan fyri hvørja lærugrein/flokk, ið hann  

undirvísir. Her skal greitt verða lýst, hvørji mál lærarin hevur sett sær fyri flokkin fyri skúlaárið.

Serstøk læriætlan verður eisini gjørd fyri hvønn einstakan næming/einstakan næmingabólk í hvørji einstakari lærugrein fyri alla serundirvísingina.

Flokslærarin savnar læriætlanirnar inn frá lærarunum, sum hava flokkin.

Læriætlaninar skulu latast skúlans leiðslu í seinasta lagi 15. september á hvørjum ári.

10. Toymir.

Skúlaleiðarin setir saman toymir, ið skulu ráðleggja, bæði viðvíkjandi tí einstaka næminginum og flokkinum yvirhøvur.

11. Ráðlegging.

Fyri at samskipa undirvísingina í flokkinum, so hon altíð er á nóg góðum støði er neyðugt við   dyggari ráðlegging. Ráðleggingin skal eisini tryggja, at hvør einstakur næmingur fær tær avbjóðingar í skúlanum, ið eru hóskandi til hansara.

12. Undirvísingarhættir.

Lærarin velur teir arbeiðshættir, ið hann heldur best møguliga uppfylla endamál fólkaskúlans 

13. Teldulæra/-frálæra.

Lærarar skúlans eiga í hóskiligan mun at taka telduna upp í undirvísingina í teimum lærugreinum, har hetta letur seg gera.

Um tímar fáast til tað, eigur teldulæra at skipast sum lærugrein við skúlan.

14. Lærarar á skeið.

Skúlin skal skapa lærarum góðar møguleikar at taka lut í teim skeiðum, sum eru í boði.

Skúlaleiðslan skal í teim førum, har hon metir, at ein lærari hevur tørv á einum skeiði, royna at eggja honum at fara.

Lærarar skúlans eiga at fylgja við í námsfrøðiligu og fakligu menningini av skúlanum og skulu taka lut á skeiðum av og á – um fortreytirnar annars eru í lagi.

15. Flokslæraraskipanin.

Hvør flokkur skal hava ein flokslærara, ið hevur tætt tilknýti til flokkin.

Flokkurin skal so vítt gjørligt hava flokslæraran

  • í eini av høvuðslærugreinunum
  • í minsta lagi 6 tímar um vikuna og
  • í minsta lagi 4 dagar um vikuna.

Flokslærarin:

  • Hann hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum.
  • Hann er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu og lærarar.
  • Hann skal í samráð við leiðsluna skipa samarbeiðið millum heim og skúla.
  • Hann skal javnan og í minsta lagi tvær ferðir um árið kunna heimini um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá einstaka næminginum.
  • Hann hevur skyldu til at boða foreldrum frá, um hann er varur við, at barn teirra mistrívist í skúlanum.
  • Foreldur ella verjar hava rætt til at biða flokslæraran um kunning og vegleiðing um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá barni teirra.
  • Tann einstaki næmingurin hevur rætt til at fáa ráð og vegleiðing um faklig og trivnaðarlig viðurskifti frá flokslæraranum.

 Miðað verður ímóti, at flokkarnir hava sama flokslærara øll 7. skúlaárini.

16. Skúlaleiðarin.

Hann skal:

  • undir ábyrgd skúlamyndugleikanna hava fyrisitingarligu og námfrøðiligu leiðsluna av virksemi skúlans
  • sýna leiðslumyndugleika og –hegni
  • duga at samstarva og vera fyrikomandi
  • vera kveikjandi í sínum skúlahugsanum og hava hugsjónir um skúlamenning
  • á fólkaræðisligum støði fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk
  • vera førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum. 

17. Fíggjarætlanin.

Skúlaleiðarin ger uppskot til árligu fíggjarætlanina at leggja fyri skúlastýrið til ummælis.

Eftir at skúlaleiðarin hevur gjørt uppskot til deiling av árligu upphæddini til undirvísingartilfar, verður hetta lagt fyri Námfrøðiliga Ráðið. Skúlastýrið verður fyrst í fíggjarárinum kunnað um deilingina.

18. Frítíðarætlanin.

Skúlin fylgir øllum frítíðum og frídøgum í rundskrivinum frá Mentamálastýrinum.

Um dagar eru fríir at leggja, skulu teir leggjast eftir, sum Námsfrøðiliga Ráðið tekur avgerð um.

Frítíðarætlanin verður latin næmingunum saman við tímatalvuni við skúlaársbyrjan.

Mælt verður frá, at næmingar fara út at ferðast í skúlatíðini.

19. Innskriving í skúlan.

Innskrivingin í skúlan fer fram í januar mánaði. Á tí fundinum verður greitt frá, hvussu skúlagongdin er løgd til rættis.

Eisini verður greitt frá, hvussu foreldur kunnu búgva børnini til at koma í skúla. 

20. Starvsfólkafundur.

Skúlastýrið boðar starvsfólki skúlans til fundar í minsta lagi eina ferð um árið.

Hesin fundur verður í fyrra helmingi av seinnu skúlaárshálvu.

Á fundinum verður virksemi skúlans umrøtt og eisini verður litið frameftir. 

21. Námsligt ráðleggingararbeiði.

Eftir umsókn frá Námsfrøðiliga Ráðnum og tilmæli frá Skúlastýrinum kann skúlin seta sær fyri at royna okkurt menningararbeiði, treytað av at Mentamálaráðið góðkennir ætlanina.

22. Heimastova.              

Miðað verður eftir, at hvør flokkur hevur sína heimastovu.

23. Morgunsangur.

Morgunsangur og –andakt skulu vera hvønn dag.

24. Atferðarreglur.

Fyri at skapa karmar fyri trivnaði og góðum læriumstøðum, eru atferðarreglur gjørdar fyri Skúlan. Víst verður til hesar.

25. Skúlamjólk.

Næmingarnir kunnu keypa mjólk í skúlanum eftir ávísari skipan, ið skúlin ger og umsitur.

26. Inniskógvar.

Næmingarnir lata seg úr um beinini, tá teir koma inn í skúlan. Næmingarnir kunnu hava inniskógvar við.

27. Verkætlanar- og evnisarbeiði.

Skúlin eigur at miða ímóti, at allir næmingar skúlans á hvørjum ári sleppa at royna seg við verkætlanar- og/ella evnisarbeiði.

Tá tímatalvan verður løgd niður í samband við hetta,  eiga foreldrini at verða kunnað í góðari tíð frammanundan.

28. Samstarvið millum heim og skúla.

  • Kunnandi felags foreldarfundur skal vera fyrst í hvørjum skúlaári fyri einstøku flokkarnar. Á hesum fundi verða foreldrini kunnað um arbeiðið í flokkinum, ætlanirnar fyri árið o.a..
  • Minst ein foreldrafundur/viðtalufundur skal vera fyri hvønn flokk árliga, har foreldur hava høvi til eina einsæris samrøðu við lærararnar íhøvuðslærugreinunum. Flokslærarin skipar fyri fundinum. Hesin fundur skal vera fyri 1. desember. Um foreldur ikki møta upp til viðtalu, skal flokslærarin seta seg í samband við tey. Flokslærarin kunnar foreldrini í minsta lagi tvær ferðir um árið um m.a. fakliga førleikan, trivnaðin og arbeiðsgongdina hjá barninum. Flokslærarin ger í samráð við flokstoymið av, undir hvørjum formi seinna foreldrakunninginverður hildin.
  • Fyrsta skúladag hjá 1. flokki møta lærararnir, ið skulu hava flokkin, upp til eitt stutt prát við næmingarnar og foreldrini, har teir m.a. greiða frá teim ymsu lærugreinunum, hvussu teir ætla at skipa undirvísingina, hvat teir leggja dent á, hvat næmingarnir skulu hava við o.s.fr.

29. Boð- og setningsbók

Hvør næmingur hevur eina boð- og/ella setningsbók, har m.a. boð frá skúlanum til heimið ella frá heiminum til skúlan verða skrivað. Dagligi setningur næmingsins verður eisini skrivaður í hesa bók. Tó ger flokslærarin saman við toyminum av, um setningsbók skal nýtast í 1. flokki.

Boð frá skúlanum, ið viðvíkja 1. og  2. flokki, skulu altíð verða givin skrivliga.

30. Ábyrgd foreldranna.

Skúlin roknar við, at foreldrini gera sítt til, at næmingarnir eru væl fyri, tá teir koma í skúla, at teir hava góðan matpakka við og møta rættstundis. Eisini roknar skúlin við, at foreldrini royna at hjálpa næmingunum í tann mun, tað er neyðugt, og annars ansa eftir, at heimasetningurin verður gjørdur til lítar.

Eisini roknar skúlin við, at foreldrini hjálpa yngru næmingunum at pakka taskuna og at kanna eftir at øll undirvísingaramboð og -tól eru við, tá næmingarnir koma í skúla.

31. Skrivligar fráboðanir.

Um skúlin allur ella tað í tí einstaka flokkinum verður skipa fyri onkrum tiltaki, har vanliga undirvísingin verður løgd niður ella broytt í ein dag ella meir, eiga foreldrini at fáa skrivlig boð um hetta.

32. Grind.

  • 5., 6. og 7. flokkur fáa frí, tá grind er í Gøtu
  • Skulu næmingar úr 1. til 4. flokki hava frí, tá grind er í Gøtu, skal skrivligt loyvi frá heiminum fyriliggja.
  • Flokslærarin umsitur hesi fríloyvi, og skulu tey endurnýggjast hvørt skúlaár.

33. Jarðarferð.

  • Tá jarðarferð er í Gøtu kl. 13.00, sleppa næmingarnir heim kl. 12.00.
  • Tá jarðarferð er í Gøtu kl. 14.00, sleppa næmingarnir heim kl. 13.00.

34.  Bøkur.

Væl eigur at vera farið um bøkurnar, sum skúlin flýggjar út, og pappír eigur at vera lagt um tær. Foreldrini hava endurgjaldsskyldu fyri allar bøkur, ið næmingarnir missa burtur.

35. Næmingafráverur.

Næmingafráverur verða førdar í dagbók/protokoll floksins.

Skúlaleiðarin kunnar javnan skúlastýrið um næmingafráverur.

36. Skrivlig váttan heimanífrá.

  • Um næmingur ikki kann taka lut í ítrótti (fimleiki/svimjing). Skal hann hava undirskrivaðan seðil við til ítróttarlæraran. Við longri ella afturvendandi fráverur kann læknaváttan verða kravd.
  • Um næmiingur ikki skal út í fríkorter, skal hann hava undirskrivaðan seðil við til garðvaktina.

37. Fríloyvi.

Um næmingur skal hava frí, eigur altíð at vera biðið um loyvi frammanundan:

  • 1 ella 2 skúladagar: verður biðið um loyvi frá flokslæraranum
  • 3 til 5 fylgjandi skúladagar: verður biðið um loyvi frá skúlaleiðaranum
  • meira enn 5 fylgjandi skúladagar: verður biðið um loyvi frá skúlastýrinum. Formaðurin í skúlastýrinum setir seg í samband við skúlaleiðaran, so foreldrini kunnu fáa at vita hvørjar bøkur tey skulu taka við, og hvussu heimasetningurin kann skipast, meðan burturferðin er.

38. Útferðir.

Í øllum skúlaárunum skulu gerast einstakar útferðir, t.d. til søgulig og náttúruvøkur støð, arbeiðspláss, bygdasøvn o.a. Upplagt er at gera hesar vitjanir í sambandi við frálæru í heimstaðarlæru, søgu, náttúru/tøkni, lívfrøði o.ø. lærugreinum.

Somuleiðis kunnu longri útferðir gerast.

Útferðir skulu fyrireikast væl, so tær verða ein partur av undirvísingini.

Skúlans leiðsla skal kunnast í góðari tíð frammanundan, tá útferðir verða gjørdar.

39. Seturskúli.

Miðað verður eftir at 3. og 6. flokkur sleppa á seturskúla. Skúlans leiðsla skal í góðari tíð frammanundan, og í seinasta lagi, tá ársverkið verður lagt, verða kunnað um seturskúlaætlanir. Seturskúli skal vera fyrireikaður sum ein partur av undirvísingini – og skal eisini eftirmetast sum onnur undirvísing. Skúlans leiðsla og foreldrini skulu fáa eina skrivliga ætlan og skrá fyri seturskúlan í seinasta lagi eina viku, áðrenn farið verður.

40. At ganga til.

Lestrartíðin verður avtalað millum skúlaleiðaran og viðkomandi prest.

41. Skifti næmingsins til framhaldsskúla.

Skúlaleiðslan og skúlavegleiðarin úr Fuglafjarðar skúla koma til Gøtu skúla fyrra helming av januar mánaði at greiða foreldrum og næmingum í 7. flokki frá um 8. skúlaár og lærugreinavalið.

Skúlavegleiðarin við Fuglfjarðar skúla tekur stig til, at flokslærararnir hjá 7. flokkunum úr Leirvíkar-, Fuglafjarðar- og Gøtu skúla hittast, har m.a. verður talað um viðurskifti, ið kunnu taka seg upp í samband við skúlaskiftið.  

Miðað verður ímóti, at skipað verður fyri felagstiltaki fyri 7. flokkarnar í skúlaøkinum um mánaðarskiftið mai/juni.

 

Soleiðis samtykt av skúlastýrinum hin, _________ 2004.

      _____________________________                                 ___________________________

      Maria Gregersen, formaður                                                 Karl A. Thomsen, skrivari

OKKARA SKÚLI – EIN ÍLØGA Í FRAMTÍÐINA

Við hesum meginreglum og í góðum samstarvi og við samábyrgd millum foreldur, starvsfólk og leiðslu skúlans, skúlastýri og bygdaráð, har øll kenna sína ábyrgd og royna sítt besta at skapa góðar læruumstøður, ríkt innihald og góðar karmar, er tað okkara hugsan, at vit fáa ein góðan og kveikjandi skúla til børn okkara.

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b