Kom til mammu

1. Myrkt og kalt er uttandura,
innandura fjágt og lýtt.
kom til mammu lítli skattur,
krúp tær upp í fangið mítt.


2. So skal mamma siga søgur
fyri eygnasteininum,
meðan frostið fyri uttan
nýtir inn at merginum.


3. Einaferð í fornum tíðum,                            
myrkt og kalt var sum í kvøld,
eingin stjørna, eingin máni,
einki ljós, bert náttin køld.


4. Nakrir seyðamenn tá sótu
úti hesa køldu nátt,
goymdu sær at seyðafylgjum,
stardu út í myrkrið grátt.


5. Kaldir sótu teir og kúrdu,
spakuliga náttin gekk.
Tá við eitt teir sóu glaðir,
stjørna bjørt á himni hekk.


6. Tað var Gud, sum hevði tendrað
stjørnu bjartari enn sól,
og tað ljóst var sum á degi,
bilsin morgunhani gól.


7. Og úr erva hoyrdist sangur,
glaður einglaherur kvað:
“Tykkum frelsari er føddur,
Sonur Guds, halleluja.


8. Tí skal menniskjan seg frøa,
friður búgva hjørtum í,
góður tokki millum manna,
burtur øvund, klandur, stríð.”


9. So teir kvóðu, einglar góðu,
fagurt var at lýða á,
aldri hevur nakar sangur
ljóðað vakrari enn tá.


10. Síðani á hvørjum ári
hoyrdist sama einglalag,
sum bar boð um frið og frelsu,
gjørdi mannahjørtu glað.


11. Men bert børn og barnaoyru
fata henda hørpuslátt,
henda sang, sum einglar kvøða
enn sum áður jólanátt.


Marius Johannesen

Aftur