Undir tínum veingjabreiði - 42

42
Undir tínum veingjabreiði,
Harri, lat meg bústað eiga,
inntil síðsta stund er mín;
tá ið sloknar troytt mítt eyga,
sálin suffar, troytt av deyða,
Harri, tak meg heim til tín.

2. Undir tínum veingjabreiði,
har eg lívsins lukku eigi,
andans barnaheim á fold,
har vit finna Edens urtir,
Ádams fall oss spilti burtur,
spretta fram av fríðu fold.

3. Undir tínum veingjabreiði
trygga barnaheim eg eigi,
ódnin verður har sum logn;
bjargast vit ei her úr vanda,
óndar maktir okkum granda,
eru vit tó Harrans ogn.

4. Undir tínum veingjabreiði
lat bert krossin valdið eiga,
elva sút og sorgargang.
Faðir, tínar vísdóms hendur
kross til sigurspálmar venda,
trongdarróp til fagnarsang.

5. Undir tínum veingjabreiði
eg í hjartatempli eigi
kærleika á lívsins leið,
trúgv og reinleika og megi,
at eg hvíla kann við gleði,
tá ið runnið er mítt skeið.

H.A. Timm 1852. Jóan Chr. Poulsen 1928.
Lag: Sl. 348.
Aftur