«Far út við tíni nót á dýpið, Pætur.» - 158

158
«Far út við tíni nót
á dýpið, Pætur.»
So lítið var hans mót:
«Eg lá ei latur;
til einkis alla nátt
eg havi strevað;
orð títt er tó mær gott,
hvør veit, um Guð ei brátt
vil fong mær geva.»

2. At ferðin signað var,
hann fekk at sanna;
hann løddi fult sítt far
og so eitt annað.
«Mær syndara far frá,
mín Harri kæri!»
«Nei, tú skalt meiri sjá
og mannaveiði fá,»
so ljóðar svarið.

3. Far út við tíni nót,
Guðs barn, við gleði.
Um verðin togar mót,
Guð gevur megi;
í neyðum er hann næst,
tín faðir sterki.
Um mangur meskur brast,
tú fært tó fullgott kast;
Guð signar verkið.

4. Tá kennir seg so sælt,
so heilt títt sinni;
tá hvørvur burtur alt,
sum tyngir minnið.
Tá møtast hjørtu góð
og Guði prísa
við føgrum takkarljóð';
tey vita, fræls og fró,
hann vil teim hýsa.

Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 247.
Aftur