Tyngir á teg sorgin harða - 161

161
Tyngir á teg sorgin harða,
tykist einki ljós at sjá,
til tín Guð tú tá skalt fara,
altíð er har hjálp at fá;
er tín trúgv sum fjallið sterk,
virka kann hon undurverk,
senda vil Guð tær til bata
meir, enn heimsins vísu fata.

2. «Latið stein frá munna falla!»
Ógvast mundi mangur tá,
allir hoyrdu Harran kalla:
«Lasarus kom út!» - Og sjá!
Frískur steig hin deyði út;
horvin var øll sorg og sút,
sá tað øll tann mannamúgva,
vildu tó ei allir trúgva.

3. Gerst tú bilsin við Guðs undur?
Gloymdi tú, at Harrans kraft
sterka leinkju slítur sundur?
Guði heldur einki haft;
letur hann sín almátt sjá,
deyðin sjálvur dvína má;
Harrin styrkja vil og styðja
øll tey, sum í trúnni biðja.

4. Vantrúgv tín og hjartans herða
ger tær harm og alskyns ilt;
veitsluboð Guð út læt bera,
o, so ofta var tað spilt!
Jesus sigur: «Komið nú!»
«Bíða longur,» hugsar tú.
Sorgir má so Harrin senda
treiska sinn til sín at venda.

5. Royn tú, royn, hvat trúgv kann muna,
har hon sterk í hjarta býr;
meir enn heimsins vísmenn gruna,
vinnur hvørt Guðs barn, sum trýr,
Harrans signing, troyst og frið,
ljós og kraft og gleði við,
og tá vit av foldum fara,
ævigt lív hjá einglaskara.

Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 183.
Aftur