Heilur, frelsari og Kristur! - 174
174
Heilur, frelsari og Kristur!
Verðin teg við tornum ristir.
Tú sært, eg mær havi hættað
rósukrans um kross at flætta.
Gev mær til tað makt og mót!
2. Hví komst tú av himni høga
fyri vára synd at bløða,
legði burt tín guddómsleika,
fann á fold tín bróður veika,
og gav honum sjálvan teg?
3. Kærleikslogi tín og megi
lýsa bjart á nátt og degi,
hugur tín er gávuríkur,
fyri deyða ei tú víkur,
fer tí lýðin krossins veg.
4. Nú eg kenni, áður dulda,
harðskap mín og hjartakulda.
Rann av heimi nakað virði,
nevnivert at latið fyri,
frelsari, tín kærleika?
5. Tó úr tíni benjarkeldu
spratt ein á við makt og veldi,
sum kann klúgva klettin harða,
sum kann bræða ísin glæra,
sum kann hjartað tváa reint.
6. Góði Guð, lat hendur tínar
veita inn í æðrar mínar
ánna, sum kleyv klettin harða,
sum kann bræða ísin glæra,
sum kann blóðsøk tváa av!
7. Tú, sum hevur teg mær givið,
gævi, at í tær eg livi,
búgv í mínum hjarta inni,
so tú mær í sál og sinni
er hin trygga akkersgrund.
8. Tó eg skal sum blóman følna,
barmur mín og hond skal kólna,
trúgvi eg, tín hond meg hevur
og í deyða lív mær gevur,
tú breyt deyðans beiska brodd.*
9. Nú er krossins gáta rós mítt,
frelsari, lat náðarljós títt,
lýsa mær á lívsins vegi,
leiða meg á deyðadegi
heim í paradís við tær.
* 1 Kor 15,55.
Arnulf úr Louvain 1250. Grundtvig 1837.
R. Lenvig 1986.
Lag: Sl. 131.
Heilur, frelsari og Kristur!
Verðin teg við tornum ristir.
Tú sært, eg mær havi hættað
rósukrans um kross at flætta.
Gev mær til tað makt og mót!
2. Hví komst tú av himni høga
fyri vára synd at bløða,
legði burt tín guddómsleika,
fann á fold tín bróður veika,
og gav honum sjálvan teg?
3. Kærleikslogi tín og megi
lýsa bjart á nátt og degi,
hugur tín er gávuríkur,
fyri deyða ei tú víkur,
fer tí lýðin krossins veg.
4. Nú eg kenni, áður dulda,
harðskap mín og hjartakulda.
Rann av heimi nakað virði,
nevnivert at latið fyri,
frelsari, tín kærleika?
5. Tó úr tíni benjarkeldu
spratt ein á við makt og veldi,
sum kann klúgva klettin harða,
sum kann bræða ísin glæra,
sum kann hjartað tváa reint.
6. Góði Guð, lat hendur tínar
veita inn í æðrar mínar
ánna, sum kleyv klettin harða,
sum kann bræða ísin glæra,
sum kann blóðsøk tváa av!
7. Tú, sum hevur teg mær givið,
gævi, at í tær eg livi,
búgv í mínum hjarta inni,
so tú mær í sál og sinni
er hin trygga akkersgrund.
8. Tó eg skal sum blóman følna,
barmur mín og hond skal kólna,
trúgvi eg, tín hond meg hevur
og í deyða lív mær gevur,
tú breyt deyðans beiska brodd.*
9. Nú er krossins gáta rós mítt,
frelsari, lat náðarljós títt,
lýsa mær á lívsins vegi,
leiða meg á deyðadegi
heim í paradís við tær.
* 1 Kor 15,55.
Arnulf úr Louvain 1250. Grundtvig 1837.
R. Lenvig 1986.
Lag: Sl. 131.