Ver teitur hugur mín og lund - 215
215
Ver teitur hugur mín og lund
at skoða føgru himnagrund,
har Jesus upp seg hevur;
tú troyggi á hann dag og nátt,
so fært tú trúnnar veingjamátt
og tær í hæddir bregður
tá aftur saman dregur.
2. Tann flókan, fyri eygum dró,
hann elti eg og haldi, tó
hann meg ei aftur bendir;
eg skotri meg í kógvið inn
í trúgv, í vón, av heilum sinn.
Hann móti mær sær vendir
og rættir sínar hendur.
3. Til himmals fór várt høvur heim,
og eg vil halda mær á gleim,
tí vissa mín mær sigur,
at einu sinni unnast mær
at sleppa heim í faðirs garð
at njóta dýran sigur,
har ið valda frygd og friður.
4. Tað er mín ljósa hjartans trúgv,
at hann, á himni festi búgv,
man higar aftur leita.
Kom, Jesus góði, kom við skund
at opna halgu himnagrund
teim børnum, á teg heita.
Á, gleðistundin teita!
5. O, verøld, hav so góða nátt,
mín gripur er við himnagátt,
av foldum man eg tráa.
Gull, lystur, tign tín skulu ei
mær leggja bágsteinar á leið;
farvæl eg vil tær bjóða,
kom, himmiríki góða.
Kingo 1689. Regin Dahl.
Lag: Sl. 359.