Úr neyðardýpi, Guð, til tín - 265
265
Úr neyðardýpi, Guð, til tín
mín sál við bøn sær vendir.
Tú hoyri rópini til mín,
mær rætti tínar hendur!
Tí um hjá mær alt gangast má,
sum mín er atferð, gerð og trá,
til grundar tá eg fari.
2. Men náði ræður bert hjá tær,
og tí tú várkunn hevur.
Alt mansins yrki aldri var
eitt slíkt, sum tú tað krevur.
Kann nakar hjá tær standast svá,
hann ikki dómin óttast má
og søkja náði tína?
3. Og tí á Guð, men ei á meg
eg hvørja vón vil byggja;
mítt arma hjarta uggar seg,
tí náðin meg skal tryggja;
hon er mær skjól og tilhald best,
Guðs orð sjálvt hevur mær tað fest,
har einki meg skal vika.
4. Ja, varir tað frá morgunstund
til síðla dags á kvøldi,
eg kenna skal av hjartans grund,
eg lukkutíð har dvøldi.
Tín hond mær alt til bata ger,
tú veitst, nær hjálpin hollast er,
eg tínum tíma bíði.
5. Er stórt og fult mítt syndamál,
tó størri er tín náði;
um leið er dimm, og rás er hál,
fullvæl tó fram eg nái;
tí Guð mín góður hirði er,
sum alt sítt fylgi røktar her
og bjargar tí úr vanda.
Sálmur 130. Luther 1523. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 352 a og b.