Hvat best mær tørvar, Harri Guð - 266

266
Hvat best mær tørvar, Harri Guð,
tað kennir tú aleina;
í gleði sum í sorg og sút
tú alt veitst best at beina.
Í tína hond eg leggi alt,
ger hjartalag mítt gott og balt,
ger sálina so reina!
 
2. Tú kennir hvørja loynivrá
í syndabarmi mínum;
um freistingar meg koma á,
við kærleiks anda tínum
rek burt alt ónt úr hjarta mær,
lat anda tín fá bústað har
við náðargávum sínum.
 
3. Tú styrki veika vilja mín,
tí annars man eg falla;
mær bjargi náðarhjálpin tín,
tá egin makt vil halla.
Mín Jesus er mín hjartans troyst,
hann, sum úr synd meg hevur loyst,
eg bróður mín kann kalla.
 
4. Ja, Harri, veikur eri eg
í verki og í vilja;
mín troyst er, at tú styrkir meg
og lærir meg at skilja
ta náði, sum eg fekk frá tær,
tann kærleik, sum tú bert at mær
og syndamein kann hylja.
 
Føroyskur 1899.
Lag: sum Sl. 154.
 

Aftur