Eitt snjóhvítt herlið er at sjá - 285

285
Eitt snjóhvítt herlið er at sjá
sum túsund fjøll við kava á,
um alla vídd
við pálmum prýtt,
við song' Guðs hástól' hjá.
Tað er hitt vígda lið, sum vann,
tá stríð um allan heimin brann,
og tváað stóð
í lambsins blóð
og himnasælu fann.
Har halda tey nú halgan fund
og takkarsong á hvørji stund;
eitt samfalsljóð
sum várloyst flóð
til Guðs kvað teirra lund.
 
2. Her háð og spott teim boðið varð;
men síggj tey nú so rein og skær
gullkrýnd at stá
Guðs hástól' hjá
skrýdd prestabúna har!
Her mangan runnu tunglig tár,
og mong ein løta kendist svár;
at barmi inn
Guð legði kinn
og turkar burt hvørt tár.
Nú frøast tey í sál og lund
og ævigt halda páskafund
við lívsins á,
og Jesus hjá,
sum brøður hvørja stund.
 
3. Til lukku vala kappalið,
ja túsundfald til lukku við,
at trútt tú vart,
um stríð stóð hart,
og vann tær sælan frið!
Tú heimsins lystir frá tær skeyt
og gekk ta tungu tárabreyt
og sigur vann,
tá heimur brann,
og sigurspálman leyt!
Lat ljóða lovsong himnahátt,
og syng hvør sál av makt og mátt',
vær lovum tær,
o Harri kær,
alt, sum tú gert, er gott.
 
Brorson 1765. J.H.O. Djurhuus 1. ør.
Jóan Chr. Poulsen 2. og 3. ør.
Lag: Sl. 62 a og b.
 

Aftur