At fara væl úr hesi verð - 298

298
At fara væl úr hesi verð,
um morgun ella kvøld tað er,
er líka tungt at læra.
Tað lærdu vit ei foldum á,
vart tú ei, Jesus, okkum hjá
við tínum orði kæra.
 
2. So títt hjá tær eg ugga fann,
tá hjartað skalv, og grátur brann -
tá heimsins bylgjur brúsa -
við støvið hongur sál mín enn,
í hælin høgga ormsins tenn,
um høvur hans varð knúsað.
 
3. O, Jesus, Harri, bróðir mín,
tú best manst kenna deyða tín,
á honum hevur vunnið.
Tín skapning við tú kennir væl,
tú veitst, meg óttin níva skal,
tá glasið út er runnið.
 
4. Og komst tú, sum tú eina ferð,
skalt koma aftur her í verð,
í dýrd frá faðir tínum.
Var tað á morgni, kvøldarstund,
eg beyð farvæl og fór við skund
at møta tær í skýnum.
 
5. Men kemur deyðin undan tær,
kom so í loynd og ver hjá mær,
tá eg til moldar fari.
Er grøvin myrk, lýs fyri mær,
og salva eygað, so tað sær,
at gott er í Guðs garði.
 
6. Kom, set teg hjá mær síðstu nátt
sum ein, ið unnir mær alt gott,
sum ein av mínum kæru.
Sum vinurin tú sigi mær,
at brátt vit síggjast aftur har,
sum stríð er gloymt og farið.
 
7. Kom, sum tú vilt, eg veit tað víst,
at bæði her og har til síðst
eg røddina skal kenna.
Ta rødd, sum hóast heimur brann,
í hjarta mínum ljóð sær fann
og læt mær møði renna.
 
8. Tá síðsta stund mín komin er,
tá lív og anda tú mær ber,
tú sjálvur við meg tali:
Um himmiríki sig tú mær,
at sess tú hevur goymt mær har
í tínum ljósa sali.
 
9. Men áðrenn deyðans kalda hond
ger skilnað millum støv og ond,
og sløkkist hjartans varmi,
tá skal eg sovna burt við frið
sum barnið undir móðurlið
á tínum frelsararmi.
 
Grundtvig 1843.
Anna í Skálum 1965.
Lag: sum Sl. 215.
 

Aftur