Í himnabúð, í himnabúð - 301

301
Í himnabúð, í himnabúð,
har Harrin sjálvur býr,
har væntar okkum heiðursskrúð
og sæla stór og dýr,
um ævir tá mítt eyga fær
at síggja Guð í ljósi har,
ja, Harran Sebaot.
 
2. Í himnabúð, í himnabúð,
har er so ljóst og skært.
Her sólin ei so blonk er nú,
sum himnaljós er bjart.
Tann sól, sum ei til viðar fer
og altíð ljós um himin ber,
er Harrin Sebaot.
 
3. Í himnabúð, í himnabúð
ei syndin longur er,
ei freisting herjar mannatrú,
ei angur kvalir ber,
men heilagleikans dýra lut
til menniskjuna letur Guð,
ja, Harrin Sebaot.
 
4. Í himnabúð, í himnabúð,
har eru eingi tár,
ei deyðin veitir longur nú
tey meinu, djúpu sár.
Har eiga øll ein djúpan frið,
og syndari fekk lív og grið
frá Harra Sebaot.
 
5. Í himnabúð, í himnabúð
er fyrijáttað mær
tað, einki oyra hoyrir nú,
og einki eyga sær.
Ei heldur komið upp tað er
í nøkrum mannahjarta her,
o, Harri Sebaot.
 
6. Í himnabúð, í himnabúð,
har faðir, sonur er
við andanum, ið skapar trú
og alt til besta ger,
har nýggjur sangur sungin er,
og himnaskarin offur ber
til Harran Sebaot.
 
7. O, Harri, í tí síðsta stríð
tú veiti okkum grið,
so burturferð kann vera blíð,
o, gev oss sælan frið
og eftir lív í vón og trú
eitt pláss í tíni himnabúð,
o, Harri Sebaot.
 
8. O, faðir, sonur, andi við,
tær veri tøkk og prís,
at náði tín við mína lið
mær opnar paradís.
Í ævinleika skal eg har
við lovsongum lovsyngja tær,
o, Harri Sebaot.
 
L. Laurinus 1622. Salomon J. Joensen 1972.
Lag: Sl. 168 a, b og c.

Aftur