So veikt var hjarta títt í roynd - 313

313
So veikt var hjarta títt í roynd,
tá um tað skuldi goldið,
tá legðist ofta dygd í loynd,
og veldi átti holdið,
tá freistingarnar strongdu á,
tá gjørdist ofta megin smá,
tá lítilsvert tú toldi.
 
2. Tí hugurin at hesi verð,
at hennar makt og æru,
í hjartanum so sterkur er,
at oss er mest um varðið,
hvat hon vil okkum bjóða best,
vit tráa helst og allarmest,
frá Guð' er ofta farið.
 
3. Tá ódnin dynur mikil á
tað trongda, sjúka hjartað,
so fáur mentur verður tá
at verja um tað bjarta,
Guð honum gav, at fast og trygt
í barmi kundi vera bygt
tað búgv, sum hann bað skarta.
 
4. Av egin makt vit orka ei
at standa í tí stríði,
ovboðin okkum er tann leið,
men Jesus mildi, blíði
vil hjá oss stá við veldi sítt;
tá roynist okkum treysti frítt
hjá okkar' harra síðu.
 
5. Lat freistingarnar falla á;
vil Guð við okkum vera,
ei skulu tær oss skaða tá,
ei nakað mein oss gera;
men gjøgnum alla neyð og sút
vit reystari tá ganga út,
Guðs bílæt betur bera.
 
6. Guðs sonur toldi alla neyð
av syndamanna múgvu,
spott, pínu, hartil krossins deyð;
tí vára syndarúgvu
hann vildi loysa okkum frá,
at sælan arv vit kundu fá
og njóta í hans búgvi.
 
7. Hann vil ei heldur sleppa oss
í mestu trongd og váða,
tá verðin sendir stríðan foss
á hjarta várt at ráða,
vit hava hann at líta á,
hvat kann so okkum saka tá,
hvat kann tá okkum bága?
 
8. Um allan henda syndadal
hann førir oss til enda,
til í Várharra himnasal
vit frelst hjá honum lenda
og skoða har, so vænt og frítt,
Guðs milda andlitið so blítt
og sælt at okkum venda.
 
Jóannes Patursson.
Lag: sum Sl. 352.
 

Aftur