Er hond tín løgd á Harrans plógv - 325
325
Er hond tín løgd á Harrans plógv,
ei aftur um teg skoða.
Við treysti far um allan hógv,
um nógv er tær til bága!
Ja, pløg tín teig, legg fræ í jørð.
Við tárum væt hin turra svørð.
Vil grátur kinnar roða,
hav heystardag í huga.
2. Tær løtur tú íkring teg sært,
tá hugur kennist lættur,
so minst til kallið stórt og kært,
at tú ei vendir aftur.
Tí aftur vendir lívið ei,
hvørt afturstig er deyðans leið;
tók bræði teg av fóti,
reis teg við nýggjum móti.
3. Gakk tryggur fram í Jesu navn,
um steinar fótin særa,
og heimur breiðir út sín favn
tað er ein vandasnara! -
Ígjøgnum loga fer mong stund;
eg ræðist heimsins svikagrund,
vil sárt í fóti svíða,
halt á eitt bil at stríða.
4. Tað er ein lítil stund, og brátt
er lívssól farin undir,
við fugladúr á summarnátt
kann metast deyðans blundur.
Sum hvíldin okkum kendist kær,
tá strevin dagur liðin var,
er sælan hinumegin,
tá endaleys er gleðin.
Luk 9,62. Grundtvig 1836. John Petersen 1986.
Lag: Sl. 66.