Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor - 326

326
Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor,
eitt heim, eg kann kalla mítt egna,
tú gavst mær mítt dagsverk og breyð á mítt borð.
Her vísir mær leiðina, Harri, títt orð,
tað orð, sum kann metta og magna.
Her eigi eg búgv,
kann liva í trúgv,
at tú vilt sum faðir mær gagna.
 
2. Frá ættum, sum fóru, eg arvaði her
ta mold, eg um árini dyrki,
teir ruddaðu bøin, teir gróvu upp ker,
tann ogn, sum eg eigi, frá fedrunum er.
Nú, Harri, vælsigna mítt yrki!
Tann jørð, sum er mín,
var altíð tó tín.
Tú eina kanst veita mær styrki.
 
3. So lær meg at liva, mín Guð, sum eg kann,
so fróur sum fuglur tær lova,
og takka, at himinin vætir mítt land,
at sólin her skínur um bø og um sand,
at frukt er mær givin í kova.
Ei megin er mín,
men gávan er tín,
tað veksur jú, meðan vit sova.
 
4. So lær meg, o, Harri, at tæna tær her
og nýta tað pund, mær er givið,
í dagligum virki, í orði og gerð
tí bróður at hjálpa, sum veikari er,
at elska, tí tað er at liva.
Og gev mær so vist
eitt navn, Harri Krist,
sum í tíni lívsbók er skrivað.
 
C.R. Sundell 1934. Salomon J. Joensen.
Lag: Sl. 341 a og b.
 
 

Aftur