Yndislig, føgur - 330
330
Yndislig, føgur,
kongssalur høgur,
Guð, er tín búð;
sál míni leingist,
hjarta mítt treingist,
tráar í trú
eftir at finna hin dýrdmikla lut,
hjá tær at búgva, o, livandi Guð.
2. Góðskunnar keldu,
Guð mín við veldi,
nevni eg teg;
í tínum sali
spurv møtir svalu
- hvat eri eg?
Himnanna fuglum teim reiðir tú ból,
veit tínum tænara bústað og skjól.
3. Dagar úr vali,
túsund í tali
heimurin sær;
kunnu teir metast,
javnbjóðis setast
við ein hjá tær,
tá ið á sanganna veingjum mín sál
helt upp um stjørnurnar mið sítt og mál?
4. Eydnast og trívast,
megnast, upplívast
skulu vit øll,
mennast í megi,
hevjast í gleði
mót himnahøll,
hagar, sum eygað ei grætur, men lær,
gudanna Guð tað í dýrd síni sær.
Sálmur 84. Grundtvig 1836. L. Zachariasen.
Lag: Sl. 369 a og b.