Sum blóman følnar, molnar sundur - 443
443
Sum blóman følnar, molnar sundur,
alt, ið upp rann á foldum her.
Brátt taldar eru dustsins stundir,
um enn Guðs andi í tí er.
Bert tað, sum himninum kom av,
kann blóma út um deyðans hav.
2. O, vei tær tí, sum vildi seta
lívsvón til dustsins blómutíð,
og jarðar skuggar vildi meta
við andar javnt Guðs ríki í, -
o, dáradreymar fyri hold
um ævigt lív hjá dust' og mold.
3. Væl veri teim, sum vónir byggja
á tað, bert einglaeygað neyt,
og teim, sum móti himni hyggja
og tora fjóna heimsins skreyt. -
Tit fáa sáð frá himnabý,
sum blóma man um ævitíð.
4. So hvíl í frið, tær grøvin hýsir,
tú, dust av honum, nú er har,
sum himnaljósið ævigt lýsir
í sølunum Guðs ásjón nær,
har hann, sum kom av himni her,
í dýrdini við sínum er.
5. Um stund, tá sælur tú manst verða,
tú skoðar tað við lív og lyst,
sum ikki enn er opinberað,
men hevur dult hjá kristnum vist.
Hjá honum, sum býr himni í,
er dust sum andi alla tíð.
Grundtvig 1825. J. Dahl 1930.
Lag: sum Sl. 158.