Syrgið ikki tey, sum sova - 450

450
Syrgið ikki tey, sum sova
undir flagi eina stund,
tey av nýggjum skulu lova
Guði fyri sælan blund,
fyri sigur yvir deyða,
ungdómslív á morgni reyða,
høgtíðsferð á Harrans leið
í ta høll, sum fellur ei.
 
2. Sjálvur hevur hann oss boðað,
so at ugga fekk hvør sál,
at, tá vit hann aftur skoða,
og vit hoyra hansar mál,
fyrst skal hann, tá lúðrar ljóða,
fram í ljós teim farnu bjóða,
síðani úr bygd og bý
kalla síni upp í ský.
 
3. Kristinfólk, tann morgunroði,
verdur manga tunga stund!
Livandi og deyð í boði
hava henda Harrans fund.
Tey við frelsaranum saman
hittast tá í fragd og gaman,
syngja Guði lov so glað.
Tað er troystin, minnist tað!
 
1. Tess 4,13...
N.F.S. Grundtvig 1837. Týðarin ókendur.
Lag: sum Sl. 178.
 
 

Aftur