Saknið tungan harmin vekur - 451

451
Saknið tungan harmin vekur,
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsins gátu grunda kann:
Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
 
2. Faðir, móðir lívsleið blíða
barni sínum ynsktu sær,
fjalt er tó, tá stundir líða
lagnan tann, hvørt mannkyn fær,
orðini vit minnast tí;
komið børn mín føvning í,
har er trygd úr øllum váða,
Harrin best kann forløg ráða.
 
3. Kæra barnið, vit tær siga
várt farvæl á síðstu ferð,
uggast vit tó inniliga,
tú nú ein Guðs eingil er,
sum til Guðs er komin heim
millum einglafjølda gleim,
har vit aftur skulu finnast
ævinliga har at ynnast.
 
Jóannes Patursson.
Lag: sum Sl. 183 b.
 
 

Aftur