Sum morgundøgg fer øll mín ævi - 457

457
Sum morgundøgg fer øll mín ævi,
sum streymur rennur tíðin brátt;
tá næsti dagur er úr kavi,
meg hylur kanska deyðans nátt.
O, Harra Guð, tú hjálpi mær,
at eg hvønn dag má toknast tær!
 
2. Vár kraft og megi, lyst og yndi,
hvør skjótt tað alt fer her á fold,
tað fýkur burt sum bos í vindi,
og brátt er aftur undir mold!
Hjálp mær mítt starv at røkja svá,
at tú, Guð, við tað kennast má!
 
3. Hjá okkum eittans um man varða,
lat okkum aldri gloyma tað:
Guðs boð at halda, hann at æra
og børn hans vera góð og glað.
Hvønn dag, ið fer, Guð, hjálp tú mær
at koma altíð nærri tær!
 
4. Ver hjá mær, faðir, ævi alla,
tú eina veit mær dagatal,
at tá ið síðstu løtur halla,
eg óbúgvin ei vera skal.
Á kvøldstund tú várkunna mær,
og lat meg sovna stilt hjá tær!
 
Henrik Kampmann. J. Dahl 1924.
Lag: sum Sl. 316.
 
 

Aftur