Um morguntíð og so á kvøldi síðla - 458
458
Um morguntíð og so á kvøldi síðla
lat tanka tín til Harran finna veg,
sum givið hevur okkum sonin dýra
til sálarbót hjá tær og fyri meg.
2. Hvat eri eg, hvat er mín heila megi,
um ei Guð faðir stendur mær við lið,
hvat eri eg á náttartíð og degi,
um eg ei veit, Guð faðir hann er við.
3. Hvat er tín vón, tá eygað fer at slokna,
og hjartað ikki meir í barmi slær,
tá mansins hjálp sum einki er at rokna,
ert tú tá førur styrk at veita tær.
4. Nei, bróðir, systir, vit tað fáa at kenna
at vit og megi røkka ikki langt,
tann fótur, sum er fermastur at renna,
hann verður móður og kann stíga rangt.
5. Um tú vilt finna gleði her á foldum
og koma so sum barn í faðirheim,
tá mást tú ikki her í syndavoldum
og vantrúgv lata tína sál fá mein.
6. Nei, tá ið lívsins sól til viðar gongur,
og Harrin okkum kallar heim í høll,
Guð gevi tá, at hansar einglasongur
ber fram tey orð: Her koma tey nú øll!
Gulak Jacobsen.
Lag: Sl. 346.