Eitt suff um allan heimin fer - 496

496
Eitt suff um allan heimin fer,*
men heiminum tað torskilt er,
hví hjartað ber seg illa;
um heimur leikar hátt og kátt,
so fellur hjartað tó í fátt,
tess trá kann eingin stilla.
 
2. Men, frelsta sál, sum frið tær vann,
tú heimsins suff væl skilja kann,
tú kennir tað av royndum;
nú teskar blítt í sál og sinn
Guðs friður í títt hjarta inn
og bústað tók í loyndum.
 
3. Tann boðskapin, sum orðið bar
um heimin út, tú tók at tær
og læt í hjarta skriva.
Til lov og prís Guðs halga ond
tær loysti bundnu tungubond
og rak burt tungan iva.
 
4. Bert tá Guðs effata í sinn**
og sál sum snarljós skyggir inn,
upp vekist gleðin sæla;
tá kveikir lívsins flóð vár' ond,
og varrar uttan tungubond
um himins frøi tala.
 
* Róm 8,22. ** Mark 7,34.
 
Th. W. Oldenburg 1840. Jóan Chr. Poulsen.
Lag: sum Sl. 351.
 
 

Aftur