Tann trúgv, ið Jesus fevnir - 506
506
Tann trúgv, ið Jesus fevnir
og hjartað reinsa kann,
tann trúgv, ið okkum stevnir
til lívsins sæla land,
tann trúgv ei víkur frá,
hon ber av heimsins megi,
í harmi og í gleði
hon sína roynd skal stá.
2. Tann trúgv, ið seg vil spara,
bert nýtir gleði, gleim,
ei stríðir stríðið harða
á foldarvegi heim,
tann trúgv eitt eiti er,
kann trúarnavn ei bera,
og máttleys man hon vera,
tá Sátan atsókn ger.
3. Er tað tó trúgv at játta
við vørrum, at tú trýr,
um hjartað so er háttað,
at Guð ei innan býr,
tá alvæl visti við
við arvingum til ríkið,
og tá í mongum líki
stóð fjølment trúarlið.
4. Tann sanna trúgv, ið stríðir,
man mangan tykjast veik,
ja, sýnist ymsar tíðir
at hava list sín leik;
men haldið tykkum nær
at Jesu blóði eina,
tað Sátan er til meina,
avvápnað vald hans var.
5. Legg tær ta troyst í minni,
tá stríðið harðast er;
hin veiki gerst hin stinni
og stóran sigur ber;
ja, tykist tær alt spilt,
tess meira skalt tú vinna,
og størri megi finna,
um bert tú stríða vilt.
6. O, heiður mín og æra,
mín bjargari í neyð,
eg, Jesus, tín vil vera,
tað veldst um lív og deyð!
Lat alt meg herja á,
við tær eg sigur vinni,
tú valdar mínum sinni,
eg tær vil vera hjá!
Brorson 1735.
P.J. Sigvardsen.
Lag: Sl. 317.