Hvat var Guðs jørð eitt fagnarstað - 517

517
Hvat var Guðs jørð eitt fagnarstað
at búgva á, tá bróðurlag
var hvørt eitt stað at finna;
og klandur innivist ei fekk,
men fjónað millum húsa gekk
og einki fekk útinnað.
 
2. Ein gremur seg við suff og sorg,
at lukkan sína gyltu borg
á foldum ikki byggir;
er friður bert í smáttu, vrá,
tá tvífalt neyðin lætna má,
og grannar búgva tryggir.
 
3. Sí, himnastjørnur lið um lið
tær ferðast sína leið í frið
og brosa blítt við smíli;
var øllum heimligt sama lag,
um neyðin kom ein dapran dag,
so fann væl hjartað hvílu.
 
4. Tú boyggj mítt hjarta, mildi Guð,
at friður valdar sinn' og hug',
og ei eg frá tær víki;
tú minn meg á tað hjartalag,
tú bart so mangan dapran dag,
tú minn meg á títt ríki!
 
C.J. Boye 1833. Jóan Chr. Poulsen.
Lag: Sl. 156.
 
 

Aftur