Teg vil eg elska, tú mín styrki - 518
518
Teg vil eg elska, tú mín styrki,
ið hjarta mínum ugga ber,
tær halgað veri alt mítt yrki,
hvør kensla, mær í brósti fer.
Teg vil eg elska, Harra mín!
Meg kalla, Jesus, tín!
2. Teg vil eg elska, tú ert lívið
og førir meg á lívsins leið,
teg vil eg elska, og tú blívi
mær ljósið tað, ið sloknar ei.
Teg vil eg elska, tí títt blóð
burt mínar syndir tvó.
3. So langa tíð eg ei teg kendi,
sum best tó altíð unti mær,
á fremmand' strond tú boð mær sendi
frá heimi, sum við tær kom nær;
tí heimasælu, lívd og frið
fær hann, sum tú ert við.
4. Koyr ikki barnið burt, ið kemur
deyðmótt og troytt at húsum heim
úr summarleikum, verøld fremur,
tí fjálgan eingin er í teim;
men bert í tíni føstu borg
har stillast sálarsorg.
5. Teg vil eg elska, Jesus góði,
tín verndarhond mær víst skal ná,
tú lættir mær av tungum móði,
um háð og neyð eg freista má.
Teg vil eg elska, Harra mín,
meg kalla, Jesus, tín!
J. Scheffler 1657. J. Dahl 1915.
Lag: Sl. 322.