Tann Guð, sum valdar ævum øllum - 527

527
Tann Guð, sum valdar ævum øllum
og mansins dagar hevur talt,
hin sami, sum á Sinai fjøllum
læt ljóða: «Tú skalt ei, tú skalt!»
- hann árið eitt nú enda læt
og leggjast míni lívstíð at.
 
2. Hvat er eitt ár, ein mansins aldur
í øldum øllum ótaldum?
Hvat er ein maður einsamaldur
í endaleysa rúminum?
Eitt fon, ið hvørvur burt sum hjóm,
men Guð er út um tíð og rúm.
 
3. Tó sær hann meg, sítt barnið veika,
hans eyga altíð vaka man,
og tá ið ódnir um meg leika,
hans faðirhond best hjálpa kann;
tí var eg tryggur síðsta ár,
mær fylgdi sjálvur faðir vár.
 
4. O, undur størsta, gleði mesta!
at Guð, sum valdar rúmi, tíð,
mær foni lítlum, gav hitt besta -
gav boðskapin, tey orð so blíð:
«Tú ert mítt barn, eg faðir tín,
um ævir allar ert tú mín!»
 
5. Hvat nýggja árið vil mær veita,
tað fjalt og dult er fyri mær.
Men, Guð mín, eg vil á teg heita
og biðja eina bøn av tær:
Lat verk mítt, lítið ella stórt,
til tína æru verða gjørt.
 
6. Mín Guð, sum valdar ævum øllum
og av ger mansins dagatal,
tú varði væl mín fót frá føllum
ta stuttu stund, eg liva skal.
Og kallar tú meg heim til tín,
so leið meg, kæri faðir mín.
 
Símun av Skarði.
Lag: Sl. 317 a, b og c.
 
 

Aftur