Nú dagurin at enda er - 560

560
Nú dagurin at enda er,
og náttin komin nær,
algóði Guð og faðir, ver
hjá mínum og hjá mær.
 
2. Vælsigna tey, mær standa nær,
vælsigna henda stað;
hjálp okkum til at fylgja tær
við trúgvum sinnalag.
 
3. Eg ofta veikan kenni meg;
men himmalfaðir mín,
styrk tú meg, o, tað biði eg,
og halt meg nær til tín.
 
4. Tú syndarar úr svøvni vek,
til tín hvørt hjarta drag.
Tey veiku styrk, tey sjúku lek,
ger sorgarbundin glað.
 
5. Í Jesu navni sigi eg
tær tøkk, Guð faðir mín,
at tú av náði leiddi meg
á rætta leið til tín.
 
6. Og tøkk, at tú meg hevur vart
frá váða og frá neyð;
tøkk fyri himmalljósið bjart,
tøkk fyri dagligt breyð.
 
Dione Isaksen 1895.
Lag: Sl. 239.
 
 

Aftur