Nú sólin aftan fyri fjall - 561
561
Nú sólin aftan fyri fjall
sítt ljósa andlit goymir,
og myrkrið yvir heimin fall,
og jarðarríkið droymir.
Send tína náði, Guð, til mín,
so friður tín
inn í mítt hjarta stroymir.
2. Kom, Jesus, inn og hjá mær ver,
nú tað at kvøldi stundar,
og lat tín eingil standa her,
tá trygt mítt eyga blundar;
og varðveit væl vár' hvíldarstað,
vek okkum glað
á morgni tær til fundar.
3. Gev frið í hjarta, sál og sinn,
nú lívið um meg tagnar,
og á ta síðstu stund meg minn,
tá ikki meir tað dagnar,
tá sólin næsta morgun sær
um fjallaskarð,
men mær hon einki gagnar.
4. So ferðist eg, mítt arma støv,
í ódn mót streymi stríða;
hvørt spor ber móti míni grøv,
eg her á foldum stígi.
Eg beri Ádams hold í mær,
o, Harri kær!
eg náði tínar bíði.
5. Eg gevi meg í Jesu hond,
eg ikki ráð skal sakna,
hann førir meg til lívsins lond,
hvar allir stormar tagna.
Um vit í moldum eru huld -
for Kristi skuld
vit lívsins morgun vakna.
Elias Blix 1875.
S.M. Zachariasen.
Lag: Sl. 252 ella sum Sl. 244.