Guð, tú sum øllum býður! - 586
586
Guð, tú sum øllum býður!
Faðir, so mildur og blíður,
signa várt dýra land;
so meðan tíðin líður,
frítt tað úr havinum stígur,
kennir ei trælaband.
Lat her líðir grønkast, bøir blóma;
al upp mann og moy við sið og sóma,
gev teim mót og magn og vit til dóma,
lat títt dýrdarorð á leiðum ljóma.
2. Fagrar gavst tú oss fløtur,
sálin vár mangar løtur
gleddi seg har so rein.
Tó við tær góðu gøtur
breiða seg illgrasarøtur,
valda oss mikið mein.
Illir andar vilja okkum granda,
væl teir vita eiturdrykk at blanda;
um tað merkið, tú okkum gavst til handa,
allir mugu vit fram í stríð at standa.
3. Mannaætt mundi tú læra
faðir og móður at æra:
«Liva tit so skulu væl
leingi í landinum kæra.»
Lati vit tí ikki fara
minni so dýr og so sæl.
Fegnir lata vit forna málið ljóða,
ganga gøtur, fedrar hava slóðað,
líta fast á Harrans lyfti góða,
fúsir til hans hermenn okkum bjóða.
4. Fólkið títt sameint teg biður:
Gev okkum fagran sigur;
øvundin missi sín mátt.
Lýsi tín heilagi friður
av fjalli í fjøru niður,
uttan og innan gátt.
Virka vit so í semju, alt vit evna,
elska næstan, aldri illgerð hevna,
tá gerst okkum blíð hin stóra stevna,
og vit teg á fríðum fundi fevna.
Mikkjal D. á Ryggi.
Lag: Sl. 111 (sum Sl. 164).