Eg takki tær, Harri, tí altíð tú vart - 593

593
Eg takki tær, Harri, tí altíð tú vart,
tú ert, og í morgin tú verður.
So væl tú meg kennir, hvønn veikleika sært,
eg undrast má ráðsørur, berur.


Tú mannabarna minnist, um óverdigt er,
og illa tað roynist í verki,
so ofta í ráðloysi villist á ferð,
tó styðjar tað armur tín sterki.


Eg dýrd tína síggi, alt fingraverk títt,
ein himmal við mána og stjørnum,
so stórbært, so gamalt, so æviga nýtt
er undrið, tú gavst tínum børnum.


Tú menniskja krýndi til kong yvir tí,
sum ferføtt á foldini gongur,
hjá øllum, sum ferðast man havinum í
og tí, sum í loftinum hongur.


So dýrt er títt navn millum børn tíni her
og víða um verðin alla.
Tú vísir á vegin, til hammalin ber,
tá dagur á jørð fer at halla.


Sálmur 8
Sólrun Michelsen
Lag: J.P.E. Hartmann 1852

Aftur