Í lívinum ofta tú leitar - 595

595
Í lívinum ofta tú leitar
til okkurt, sum verja teg kann,
tú hyggur mót fjøllunum bláu,
tó einki í teimum tú fann.


Hygg hægri enn fjøllini bláu,
hygg upp um tey rekandi skýggj,
øll hjálp tín frá Harranum kemur,
og náðin er æviga nýggj.


Tín vaktari mikli ein svevur,
tí varðmaður góður er hann,
sum rættir tær hond, tá tú snávar,
og kínir burt tárið, ið rann.


Tú skapari himins og jarðar,
mín krokingarklettur og skjól,
mín útgang og inngang tú varðar,
tú reiðir mær tryggasta ból.


Sálmur 121
Sólrun Michelsen
Lag: Th. Laub 1918


 

Aftur