Sálmin legg á tungu mína - 598

598
Sálmin legg á tungu mína,
Guð, at boða náði tína
yndisligt og hátt,
at eg kenna kann ta gleði,
lovsongur ger sinnið fegið,
fær mítt hjarta frótt.


Himlarnir títt stórverk boða,
lat meg við hvønn morgunroða
fegin prísa tær!
Tá so dimmið legst á eingir,
sálminum gev arnarveingir,
at hann til tín nær.


Hvør man tær nóg mikið prísa,
hjartans takksemi tær vísa
fyri miskunngerð?
Ei eg sá á hvørjum degi
alt, tú gav til gagns og gleði
nær og vítt um verð.


Skaparverk títt er ein gáta,
spekingar ei kunnu fata,
verða bert til spott!
Bara dárin fyri sýtir,
at tú hevur eingi lýtir,
alt er sára gott!


Syndari er grasi líkur,
hvørvur brátt, sum dusmið fýkur,
sjálvt í ungdómstíð.
Vetrarbreytin ferst av elli,
ríki títt er fest í hellu,
stendur ævir í.


Fíggindar til grundar hokna,
illskapur til jarðar bogna
má sum urt og strá,
men í aldursómsins døgum
mátt í veikum, móðum knøum
rættvís munnu fá.


Sjá, úr vakstrarhúsum tínum,
meðan harðført er á sýnum,
liljur plantast út,
gróðursetast har, er balið,
búnast sjálvt í køldum dali,
tær til æru, Guð.


Um tey møta døgum hørðum,
blóma trø í tínum gørðum,
lívins løki nær,
bera frukt á ellisárum;
svarar hvølt úr bø og bárum:
Ey, Guð góður er!


Sálmur 92
N.F.S. Grundtvig 1836
John S. Myllhamar
Lag: Th. Laub 1896 e. jólavísu f. trúb.


 

Aftur