O, veldis Guð, eg undrandi má skoða - 599

599
O, veldis Guð, eg undrandi má skoða
alt ríkidømi, skart og skreyt um lond
og stjørnufjøld á føgrum himnaboga,
ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond!


Tí berst mær lovsangur úr barmi út:
O, veldis Guð! O, veldis Guð!


O, Guð, tú negldur varð á krossins planka,
tú tornakrúnu sjálvur bar for meg.
Frá fyrndini tú tonkti frelsutanka:
at tú á krossi vildi ofra teg.


O, Guð, tá syndin særir sál og sinni,
eg nígi niður við tín náðistól;
har fyrigeving, sálarfrið eg finni;
o, Guð, tú ert mín klettur og mítt skjól.


Tá tokut tíðarhvarv á fold er farið,
vit savnast, Guð, um trónuna hjá tær,
tær takkandi tann stóri, frelsti skari:
tann lovsongur ei nakran enda fær.


Carl Broberg 1885
P.J. Sigvardsen
Lag: Svenskt lag 1891


 

Aftur